Sunnudagin, 25. apríl verður vanliga flaggdagshaldið í Havn, og aftur hesaferð er tað Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri.
Byrjað verður sum vant kl. 15.00, tá Hornorkestrið gongur á odda fyri skótaliðunum í skrúðgonguni oman á Vaglið, har Høgni Jensen vegna Hornorkestrið býður gestunum vælkomin.
Eftir at nakrir sangir verða spældir, er tað so flaggdagsrøðan, sum er á skránni, og verður tað í ár Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sum skal halda hesa.