Útvarpið kastar ljós á Mjørkadal

Nýggj sendirøð hjá Útvarpinum fer at greiða frá søguni um Mjørkadal ? alt frá politikki og útbyggingum til persónssøgur, sum hava tilknýti til Mjørkadal. Fyrsta sendingin verður sunnudagin

Pálmasunnudag í 1959 kom løgmaður Petur Mohr Dam aftur av samráðingarferð í Danmark, og í Havn tók ein stór mótmælisgonga ímóti honum.
Tað er byrjanin til søguna um hernaðarstøðina í Mjørkadali, sum Útvarpið fer at kasta ljós yvir í eini sendirøð við sjey ella átta sendingum. Fyrsta sendingin verður send pálmasunnudag og snýr seg um júst hendingina pálmasunnudag fyri 46 árum síðani.
Sendirøðin fer eisini at greiða frá politikkinum kring Mjørkadal, tosað verður við politikarar, leiðarar og fyrrverandi starvsfólk í Mjørkadali, og persónssøgur um kvinnur, sum komu heim við Mjørkadalsmanni og giftust við teimum, verða eisini at hoyra. Harafturat verður eisini tosað við børn hjá Mjørkadalsmonnum, sum greiða frá, hvussu tey upplivdu sína støðu.

Fylgja slóðini
Tað er útvarpskvinnan Elin Winther Poulsen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at gera sendingarnar.
? Upprunaliga hugskotið eigur Gulla Øregaard. Hon hevur arbeitt við evninum í fleiri ár, og eg havi síðani arbeitt víðari við hesum og gjørt tað til eina sendirøð. Eg havi eisini fingið góða hjálp frá tíðindaleiðaranum Johann Mortensen, sum veit nógv um hernaðarmál, sigur Elin Winther Poulsen.
Sendirøðin kemur víða í og kring Mjørkadal, og slóðin verður fylgd heilt fram til okkara dagar.
Ætlanin er, at fýra sendingar verða sendar um páskirnar.