Útvarpið beyð gestunum vælkomin

Nordfag ráðstevnan byrjaði mikukvøldið við móttøku í Útvarpshøllini, har útvarpsstjórin beyð útlendsku gestunum at vera vælkomin til Føroya

Í gjáramorgunin byrjaði Nordfag ráðstevnan, sum verður hildin á Hotel Føroyum, men mikukvøldið varð skipað fyri móttøku í Útvarpshøllini, har Jógvan Jespersen, stjóri í Útvarpið Føroya og Ingun í Skrivarastovu, sum er ein av fyrireikarunum av Nordfag ráðstevnuni, bjóðaðu útlendsku gestunum at vera vælkomin til Føroya.

Nordfag samstarvið, sum fevnir um allar loftbornu miðlarnar í Norðurlondum er, hevur umleið 12.000 limir og av teimum eru umleið 80 komin til Føroya at vera við á ráðstevnuni hesaferð.

Ikki kann sigast annað enn, at tey hava sæð Føroyar frá ymsum síðum longu nú, tí tey sum komu fyrrapartin mikudagin sóu landið í fagrasta skrúð, men bert fáar tímar seinni var tað at kalla ódnarveður.

Útvarpið hevði spílað seg út mikukvøldið og stillað upp eina átiliga buffet og væl gagnaðist hjá gestunum.

Umframt føðina fingu gestirnir eisini eitt sindur av undirhaldi at taka við sær. Vár Jacobsen og brøðurnir Páll og Suni Danielsen, framførdu og sigast má, at tað hepnaðist væl hjá teimum.