Í dag handaði eg Høgna Hoydal, landsstýrismanni, undirskrivtirnar til frama fyri kristna siðalæruna, og mótmæli ímóti lógaruppskoti um skrásett parlag fyri samkynd í Føroyum.
Eftir handanina tosaði eg m.a. við Jóhan Mortensen frá ÚF.
Í samrøðuni var Miðflokkurin ikki nevndur við einum orði.
Kortini bar Útvarpi tey tíðindi, at landsformaðurin í Miðflokkinum hevði handað Høgna Hoydal, landsstýrismanni 2568 undirskrivtir.
Tað var eg, og ikki Miðflokkurin, sum tók stig til at savna undiskrivtirnar - og eg eri ikki landsformaður í Miðflokkinum.