Tvær orsøkir til at vit klára okkum so illa

Her eru kanska tvær orsøkir til at føroysku úrslitini í pisakanningunum ikki hava verið nøktandi

Føroyingar hava ikki verið nøgdir við úrslitið av nógv umrøddu Pisakanningunum.

 Nógv er mett og gita um, hví føroyskir næmingar ikki hava klárað seg betri.

 

Men nú nevnir Skúlablaðið tvey ítøkilig viðurskifti, sum kunnu vera orsøkin.

 - Hagtøl vísa, at í Føroyum eru tað ógvuliga fáir næmingar, sum sleppa undan at fara til Pisakanning.

 

- Í Føroyum sluppu 1,5 prosent av næmingunum undan at fara til Pisakanning, men í Danmark sluppu 8 prosent undan at fara til kanningina, og verður alt Evropa tikið undir einum, vóru tað 6 prosent av næmingunum, sum sluppu undan at fara til kanning.

 

Tað er ikki greitt, hví hesin munurin er so stórur.

 Men ein orsøk kann vera, at vit hava ein ógvuliga fevnandi -inkluderandi- skúla, og at okkara skúlin er nógv meiri fevnandi enn skúlarnir í Danmark og aðrastaðni.

 

- Tað kann hugsast, at fleiri næmingar, sum aðrastaðni verða útihýstir úr Pisa, eru við í føroysku Pisa-kanningini, sigur Skúlablaðið.

 

- Hinvegin hevur Pisa nakrar leiðreglur fyri, hvørjir næmingar kunnu verða undantiknir Pisa. Talan kann vera um næmingar, sum hava eitt likamlig brek, ið ikki ger teir førar fyri at luttaka. Talan kann eisini vera um seinmentar, næmingar, sum ikki duga málið, og so framvegis.

 

- Hesar reglurnar síggja út til at vera rímiliga greiðar. Men vísir tað seg hinvegin, at vit eru lagaligari enn hini londini og at hini londini sálda nógv fleiri næmingar frá, eiga vit at hyggja at hesum.

 

- Tað vísir seg eisini, at næmingar í útjaðarum klára seg verri í Pisakanningum enn býarbørn

 

- Í pisa-høpi eru Føroyar ein útjaðari, og tí er úrslitið hjá okkum ivaleyst eisini ávirkað av hesi sannroynd, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, við Skúlablaðið.