Komnar eru tvær nýggjar útgávur av Sálmabók Føroya Kirkju (SFK).
Leingi hevur verið bíðað eftir tí miðalstóru útgávuni av Sálmabókini. Nú er hon komin. Støddin á sálmatekstinum er tann sama sum í tí stóru sálmabókini við teksti til sunnudagarnar.
Miðalstøddin fæst bert í svartari permu. Tann minna útgávan er at fáa bæði í svartari og hvítari permu.
Á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni í dag verður sagt, at í báðum útgávunum er eisini Bønarbók og Nøkur skriftorð til umhugsanar.
Lagt verður aftrat, at í minni útgávuni er eisini Luthers vegleiðing um morgun- og kvøldbøn.
- Tað er Grunnurin Føroyskt Kirkjumál, sum er útgevari. Sálmabøkurnar kunnu keypast í bókabúðunum kring landið og í Bókamiðsøluni á Hjalla í Hoyvík, sigur Fólkakirkjan.