Fastur partur av nýggjársfýrverkinum eru mongu neyðrakettirnar, ið verða skotnar, og í ár var einki undantak.
Tá klokkan var um miðnátt sóu fólk í Hoyvík 25 neyðrakettir yvir Skálafjørðinum og tað vísti seg, at ein teirra skuldi liva eitt sindur longri enn hinar.
Hon var nemliga ikki heilt slóknað, tá hon datt niður á eini hús innan Glyvur og endin var, at hon festi í klædningin í húsunum. Húsaeigarin megnaði sjálvur at sløkkja eldin, so neyðsendarfør vóru ikki send á staðið. Eigarin ynskti tó sjálvur at koma í samband við sløkkiliðið á staðnum.
Ein onnur neyðrakett elvdi til skaða í Havn, tá hon datt niður á bakrútin á einum bili í Havnini. Hon var tó somikil kólnað tá, at eingin eldur stóðst av hendingini.