Tvær friðarligar nætur í náttarlívinum

Bæði kvøldini hevur verið vindur, kalt, illfýsið og partvís vátaslettingur. Hetta hevur kanska hildið einum parti av fólkinum aftur.

 

Hetta vikuskiftið hevur verið eitt av teimum friðarligu hjá løgregluni. Soleiðis var leygarnáttina, og soleiðis var eisini í nátt.

 

Leygarnáttina var ikki nógv fólk í býnum, og í nátt var sambært vaktleiðaranum heldur ikki av tí mesta av fólki í býnum í Havn.

 

- Bæði kvøldini hevur verið vindur, kalt, illfýsið og partvís vátaslettingur, og spurningurin er, um hetta kanska hevur hildið fólki aftur at fara í býin.

 

Tað er tó sjáldan, at løgreglan er púrasta arbeiðsleys eitt vikuskifti í náttarlívinum í Havn, og eisini í nátt er onkur, sum var sovnaður, hjálptur á føtur aftur.

 

Í nátt hevur løgreglan eisini havt nøkur átøk í ferðsluni, har bilar og bilførarar eru kannað, eitt nú í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðstreymoy.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at her vísti alt seg at vera í lagi, og eingi mál vórðu skrivað í hesum kanningum.