Tvær broytingar á liðnum – Jóan Símun ikki við

Landsliðið: Klæmint A. Olsen og Meinhard E. Olsen eru nýggir á liðnum

Mynd: (Hans Erik Danielsen)

Í kvøld klokkan 19.45 verður annar Nations League dysturin á skránni hjá føroyska landsliðnum. Hesa ferð á heimvølli móti Luksemborg. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur sambært UEFA.com gjørt tvær broytingar frá dystinum móti Turkalandi.

 

Klæmint A. Olsen byrjar inni í álopinum fyri Patirk Johannesen, og Meinhard E. Olsen byrjar í vinstru fyri Ára M. Jónsson. Jóan Símun Edmundsson er 24. maðurin í hópinum hesa ferð og er ikki á dómaraseðlinum.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni vera Rene Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham og Viljormur Davidsen. Føroyska miðvøllin manna Gilli Rólantsson Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar og Meinhard Egilsson Olsen, og fremstu menn vera Hallur Hansson og Klæmint Andrasson Olsen.

 

Bonkurin sær soleiðis út: Kristian Joensen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Mads Boe Mikkelsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Daniel Johansen, Ári Mohr Jónsson, Jóannes Bjartalíð, Rógvi Baldvinsson, Jákup Biskopstø Andreasen, Hannes Agnarsson og Patrik Johannesen.

 

Føroyar (4-4-2): Gunnar Nielsen, FH Ísland – René Shaki Joensen, KÍ, Odmar Færø, KÍ, Hørður H. Askham, HB, Viljormur Davidsen, Helsingborg Svøríki – Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub Noreg, Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Gunnar Vatnhamar, Víkingur, Meinhard E. Olsen, Mjødalen Noreg – Klæmint A. Olsen, NSÍ, Hallur Hansson, liðformaður, KR Ísland.

 

Nations League landsdysturin millum Føroyar og Luksemborg verður á Tórsvølli klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Jens Martin Knudsen er viðmerkjari.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen)