Tveir av kendastu sangarunum í Danmark til Havnar at syngja

Tær hava verið kendar í ein mansaldur og nú koma tær í Vágsbotn

Tað er nú eisini greitt, at tvær av kendast songkvinnunum í Danmark koma til Føroya at syngja á Voxbotni tann 20. og 21. august.

 

Talan er um tær báðar, Sanne Salomonsen og Hanne Boel. Hvør í sínum lagi hava tær báðar verið ein týðandi partur av tónleikalívinum í kongaríkinum í áratíggju, staðfestir Voxbotn í tíðindaskrivi. Og á Voxbotni fara tær, saman við The Antonelli Orchestra, at framføra allar teir kendastu sangirnar – men tað verður á hvør sínari konsert, har onnur verður fríggjakvøldið og hin verður leygarkvøldið.

 

Sanne Salomonsen fekk sítt stóra tónlistarliga gjøgnumbrot fyri 40 árum síðani, tá ið fór at spæla í bólkinum Sneakers. Bólkurin fekk vind í seglini, og Sanne menti ein rokkutan sanghátt, sum danir tóku til sín. Hennara kraftmikla og ráa rødd gjørdi hana kenda sum “Rock Mama”. Sanne spældi eisini við Anne Linnet Band, umframt at hon hevði eina solovirkisleið.

 

Hanne Boel telist millum best umtóktu kvinnuligu sangarar í Danmark. Hon hevur givi nógvar plátur og fløgur út, sum bæði hava vunnið heiðurslønir, og sum hava gjørt Hanne Boel til eina av best umtóktu kvinnuligu sangarum í Danmark. Í 1991 fekk hon heilar fimm Grammy-virðislønir fyri útgávuna “Dark Passion”,