TV2 fer at vísa tríggjar dystir

Tað sigur Rógvi Baldvinsson, sum eisini letur væl at samarbeiðinum frá føroysku feløgunum

Norska TV2 hevur keypt rættindini til 12 tey fyrstu umførini í Betri deildini hjá monnum í 2020. Ein av høvðusmonnunum er føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson. Hann hevur havt samskiftið við føroysku venjararnar og feløgini, nú dystarskráin skal tillagast norska TV2.

Les eisini: Rógvi er maðurin handan avtaluna við norska TV2

- TV2 ynskir at vísa tríggjar dystir í hvørjum umfari. Eg havi verið í samband við næstan allar venjararnar og flestu av formonnunum. Tey hava øll verið góð at tosa og samstarva við, sigur Rógvi Baldvinsson.

Hann nevnir eisini, at samstarvið við Edvard í Skorini Joensen, Televarpið, Vegard Jansen Hagen, TV2 Norra og Hans Erik Danielsen úr føroyska Fótbóltssambandinum, hevur verið avgerandi fyri at alt er komið upp á pláss.

- Tað bleiv til eina stóra telefonrokning, men nú eru seks tey fyrstu umførini eru til rættisløgd.  Í løtuni er ynski tríggir dystir, men tað kann broytast alt eftir um eitt nú Premier League fer í gongd, sigur føroyski landsliðsspælarin.

Sama framleiðsla

Sjálvt um norska TV2 hevur keypt rættindini til 12 tey fyrstu umførini, so viðføri tað ikki stórvegis broytingar í framleiðsluni av dystunum, nakað sum stjórin í Televarpinum, Edvard í Skorini Joensen, hevur sagt fyrr. 

- Framleiðslan verður ikki størri enn tann hjá Televarpinum. Tað verður ein høvðusdystur, har tað millum annað er “replay”. Í fyrsta umfari, sum verður leygardagin, verður tað til dystin millum KÍ og B36 í Klaksvík, sigur Rógvi Baldvinsson.

Norska TV2 fer leygardagin at vísa dystirnar HB-EB/Streym klokkan 15, KÍ-B36 klokkan 17 og AB-Víkingur klokkan 19.