Útvístur áðrenn dystin

Tað man vera sjáldsamt, men í spania fekk ein málverji her fyri reyða kortið frá dómaranum 40 minuttir undan dystarbyrjan

Hetta hendi, tá eykamálverjin hjá Betis, sum spælir í næstbestu sponsku deildini, nýtti ikki serliga vakrar vendingar um dómaran, meðan hann tosaði við liðfelagar sínar undan dystinum.

Dómarin hoyrdi tó, hvat málverjin, Joaquin Valerio, hevði sagt, og gav beinan vegin málverjanum reyða kortið, so Betis noyddist at spæla dystin uttan at hava eykamálverja á beinkinum.