TV-stjørna inn at sita

Lane Garrison frá sjónvarpsrøðini ?Prison Break? skal inn at sita fyri rúsdrekkakoyring, sum kostaði einum 17 ára gomlum dreingi lívið. Sjónleikarin Lane Garrison, sum m.a. hevur spælt við í sjónvarpsrøðini ?Prison Break?, bleiv mikudagin dømdur at sita trý ár og fýra mánaðar í fongsli fyri eina vanlukku ið hendi meðan Garrison koyrdi ávirkaður. Óhappið kostaði einum 17 ára gomlum dreingi lívið.

Promillan hjá Garrison var meiri enn tvær ferðir tann loyvda tá hann koyrdi í sínum Land Rover við tveimum 15 ára gomlum gentum og einum 17 ára gomlum dreingi í bilinum. Hann rendi á eitt træ við vegin og hetta drap tann 17 ára gamla dreingin - tær tvær gentirnar yvirlivdu vanlukkuna.