Fótbóltur
Hevði tú ikki eitt avrit av stigatalvuni í leikskránni, so var tað ilt at vita, at talan var um tvey av fremstu føroysku fótbóltsliðunum, sum spældu í Gundadali sunnudagin.
Eitt, sum vanliga eyðkennir lið frammi í oddinum á stigatalvuni, er, at tey duga bæði at skjóta mál og at verja, men serliga hetta seinasta løgdu B36 og NSÍ lítið í.
Frá byrjan av vóru báðir partar sløsutur við markeringunum. Gott pláss varð latið liðunum at spæla seg niðan eftir vøllinum, og báðir partar vóru raskir at nýta siðurnar í royndunum at spæla seg ígjøgnum. Størstu møguleikarnar fekk B36 burturúr hesum, og tvær ferðir mátti Jens Martin Knudsen verja fyri royndum frá einum leysum Bergi Midjord, men tað tóktist tó onkursvegna, sum vóru álopsvápnini hjá liðunum báðum ikki hvest nógv væl.
Tað kann sjálvandi tulkast sum eitt positivt tekin, at tvey lið í oddastríðnum í so stóran mun ynskja at spæla fótbólt, heldur enn at spæla »tindasvína-fótbólt«, men fyri tað nógva tóktist spæli-ætlanin hjá liðunum báðum at vera nakað naiv fyrstu longu løtuna.
Útvísingin avgjørdi
Mest avgerandi hendingin í dystinum var helst, tá Fróði Benjaminsen og Jústnes R. Hansen komu í hornatøkur einar fimm minuttir fyri hálvleik. Endin varð, at Jústnes skumpaði Fróða, og so kom ostaskorpan burtur úr reyvalummanum hjá dómaranum. Ivaleyst rætt dømt, men Fróði gjørdi so ikki nakað fyri at minimera revsingina frá dómaranum?
Hetta betraði sum vera man ikki um fortreytirnar hjá NSÍ, sum fyri tað allar mesta bakkaði eftir hæli tað, sum eftir var av dystinum. Teir megnaðu kortini at halda fast um javnleikin fram til steðgin. Eisini hóast Bergur Midjord beint undan steðginum hevði ein møguleika, sum hann helst fer at droyma um komandi næturnar. Óbi fekk lobbað bóltin upp um Jens Martin, men ólukkutíð fyri nigerianaran, so fall bólturin á tvørtræið. Bergur hevði soleiðis púrasta opið mál, men onkursvegna fekk hann úr 30 cm fjarstøðu stútað bóltin á tvørtræið, og so var tann møguleikin eisini burturi.
Hinvegin hevði NSÍ eisini onkran møguleika. Ikki minst var nær við ta einu ferðina, tá Dánjal og Christian Høgni kontraðu, men í góðari støðu hamraði landsliðsmaðurin bóltin framvið málinum hjá Jákupi Mikkelsen.
Noktaði fyri brotsspørkum
Eftir steðgin tók dysturin tað skap, sum fortreytirnar góvu honum. Runavíkingarnir royndu alt tað, sum teir vóru mentir, at halda fast um javnleikin. Við at kalla øllum liðnum í ella kring brotsteigin, royndu teir at byrgja fyri opnum B36-møguleikum, og frameftir vøllinum var vónað, at Christian Høgni Jacobsen kundi gera okkurt einsamallur, tá langir bóltar vórðu sendir niðan.
Tað tóktist tó, sum vildi bólturin als ikki í NSÍ málið. B36?arnir mundu neyvan vita, hvønn veg teir skuldu hyggja, tá eitt avrættað skot frá Fróða fullkomuliga snýtti Jens Martin, men endaði við at rulla móti stólparótini.
Og vildi illa til, so kundi NSÍ væl fingið brotsspark. Andy Olsen hevði rikið seg allan vegin oman móti B36-brotsteiginum, men tá hann varð kantaður, veittraði dómarin spælið at koyra víðari, uttan at geva østa runavíkinginum viðhald í páhaldinum um brotsspark. Nakað sum hann heldur ikki gjørdi, tá Fróði Benjaminsen løtu seinni royndi at dyrgja seg til eitt brotsspark.
Og at enda, so gav B36-trýstið eisini úrslit. Kanska var Óbi heppin at fáa frísparkið, sum var upphavið til málið, tí talan var eins nógv um eitt traðk á bóltin frá hansara síðu, tá Helgi L. Petersen varð mettur at hava forbrotið seg, og rituvíkingurin royndi til fánýtis at vísa sína ónøgd. Men tað legði B36 tó lítið í. Alex dos Santos legði neyvt innlegg inn, og so kundi Allan Mørkøre stúta B36 fram aftur í oddin.
Og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Vertirnir tóku seg nakað aftur á vøllin, og tó at hetta gav NSÍ bóltin nakað meira, so skapti tað teimum ongar møguleikar. B36 royndi hinvegin at fanga mótstøðuna í kontra-álopum, og eitt av hesum gav so eisini úrslit. Eyðun Højgaard, sum kom á vøllin fyri ein skaddan Óbi, varð sendur avstað. Hann rundaði Jens Martin, tá hesin kom út, og hóast vinkulin var um at gerast knappur, so varð bólturin beindur í málið til stóra frøi fyri hvítu áskoðararnar.
Skilnaður í oddinum
Og so skuldu teir á heimaliðnum bara hava tíðina at ganga. Nakað, sum teir gjørdu uttan stórvegis hóvasták. Teir fingu ? eftir tríggjar javnleikir á rað ? fulla úrtøku, og við hesum halda teir framvegis fast í grannunum úr HB.
Onkursvegna, so tóktist tað eisini so, at B36 hevði nakað meira at geva av, enn NSÍ hevði. Teir vóru fyri tað mesta grammari enn gestirnir, teir góvu seg tað tað lítla pettið eyka í nærdystunum, og yvir høvur høvdu teir ta eyka tendringina, sum eisini viðførdi, at sigurin var uppiborin.
Kanska var tað møtumikið hjá NSÍ, at teir fyri aðru ferð í eina viku skuldu í Gundadal, og kanska høvdu teir ikki heilt fingið luftina eftir tapið fyri HB. Men undir øllum umstøðum kunnu teir nú stafðesta, at teir eftir eina góða røð av úrslitum nú aftur hava mist sambandið við oddin. Eftir landsdystarfrívikuna skulu runavíkingarnir næstu ferð taka ímóti TB, og tað er ein dystur, sum teir heilt víst skulu vinna, um lív skal haldast í nøkrum vónum. Eisini kunnu teir troysta seg við, at tað enn eru 16 dystir eftir at spæla, og at teir helst longu hava avgreitt truplastu dystirnar á árinum. Í so máta kunnu teir enn venda nógvum, tá teir í heyst fáa heimavøll móti bæði HB og B36.