Útvísing kostaði City dýrt

 

 

Tríggir dystir hava verið í Premier League í dag. Einasti ?toppdysturin? var á City of Manchester millum Manchester City og Arsenal. Eftir bara fimm minuttum fekk Dedryck Boyata reytt kort fyri at fella Marouane Chamakh. Síðani tók Arsenal yvir og legði seg á odda við máli frá Samir Nasri. Stutt fyri hálvleik bjargaði Joe Hart í Manchester City málinum brotssparki frá Cesc Fabregas. Í seinna hálvleiki øktu Alex Song og innskifti danin, Nicklas Bendtner til endaligu støðuna 3-0 til Arsenal. Manchester City hevði fleiri møguleikar at fáa mál, men tað eydnaðist ongantíð at taka av.

 

Manchester United hevur verið í miðdeplinum í fjølmiðlinum viðvíkjandi nýggja sáttmálanum hjá Wayne Rooney. Teir vóru í dag á vitjan hjá Stoke. Høvðusmaðurin er skaddur og í hansara stað spældi Javier Hernandez, eisini kallaður Chicharito. Hann legði Manchester United á odda eftir ein lítlan hálvan tíma. Góðar tíggju minuttir fyri tíð megnaði Stoke at javna, men bara fimm minuttir seinni legði Javir Hernandez aftur Manchster United á odda.

 

Á Anfield eydnaðist tað Liverpool at vinna sín næsta dyst í ár. Teir vunnu 2-1 á Blackburn við málum frá Soti Kyrgiakos og Fernando Torres. Málið hjá Blackburn skoraði Liverpool verjuleikarin Jamie Carragher.

 

Arsenal, Manchester United og Manchester City hava øll 17 stig á einum deildum øðrum plássi aftanfyri Chelsea, sum hevur 22 stig á fyrsta plássinum.

 

Premier League:

 

Liverpool ? Blackburn 2-1

Manchester City ? Arsenal 0-3

Stoke ? Manchesteer United 1-2