Útvísing kostaði B68 dýrt

1.DEILD: Løtuna eftir at toftamenn høvdu mist ein mann skoraði Víkingur trý mál

Í gjár var vindurin so nógvur á Svangaskarði, at tað var ikki hugsningur um at spæla fótbólt.

Í kvøld var veðrið av tí fagrasta, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi var gestur hjá B68.

Gestirnir vunnu 3-0 og eru topplið við 28 stigum. Víkingur hevur spælt 13 dystir, og NSÍ, sum er næstfremst við 25 stigum, hevur spælt 12 dystir.

B68 er á fimta plássi við 18 stigum, ið er sama úrtøka sum B71 hevur. Hesi bæði liðini eru fremst í kappingini um at flyta upp í bestu deildina.

Tað var framvegis málleyst, tá ið Petur í Túni Petersen hjá B68 fyri aðru ferð sá gula kortið. Hetta var í 59. minutti, og eitt korter seinni var støðan 3-0 til Víking.

Liðformaðurin Óla Kristian Skála Jacobsen setti hol á minuttin eftir útvísingina, og tríggjar minuttir seinni økti Olaf Bárðarson til 2-0. Eitt korter undan leikloki staðfesti innskifti Martin Klein Joensen 3-0 sigurin hjá Víkingi.