Tvøroyri: Tekja farin í illveðrinum

Eini 14-15 skaðar hava verið á Tvøroyri.

Støðan á Tvøroyri hevur verið eins og kring restina av landinum í dag. Fleiri skaðar hava verið og bjargingarfólk hava verið til arbeiðis at kalla allan dagin. 

 

 

Bjargingarfólk siga, at ein tekja er farin á Tvøroyri eins og fleiri húsaklædningar eru skræddir av. Skorsteinar eru eisini viðtiknir í vindinum og somuleiðis eru bilrútar farnir.

 

 

Í skrivandi stund eru bjargingarfólkini á Tvøroyri farin til hús eitt bil, tí ikki er farandi upp á húsatekjur og annað fyri at burturbeina tað, sum farið er. 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen.