Landsstýrismaðurin í kommunumálum hevur forkomið allari samanlegging í Suðuroy, skrivar Finnleif Guttesen millum annað í viðmerking
Við at geva Tvøroyrar býráðið, frítt spæl á tí fíggjarliga økinum, hevur landsstýrismaðurin stygt allar hinar kommunurnar í Suðuroy frá einari samanlegging.
Tvøroyrar kommuna hevur størstu skuld pr. íbúgva í Føroyum og hevur landsstýrismaðurin góðtikið, at hendan skuld hækkar til 72,6 milliónir krónur í 2005.
Í staðin fyri at gjalda 9,8 milliónir krónur í avdrátti, hevur landsstýrismaðurin givið loyvi til, at skuldin verður niðurgoldin við 2,8 milliónum krónum árliga, komandi 5 árini og við árslok 2008, tá ið kommunuval verður, er skuldin umleið 64 milliónir krónur.
Einasta treyt landsstýrismaðurin setur, óbindandi, er, at tað áliggur Tvøroyrar kommunu at tryggja sær, at nettoskuldin er undir einari álíkning innan ár 2010.
At man er góðtrúgvin er eitt, menn máti skal verða við.
Eingin reiðiligheit
At hugsa sær, at nøkur kommuna í Suðuroy av fríum vilja, fer at átaka sær skuldina hjá Tvøroyrar kommunu, er heilt burturvið og ósømiligt.
Tvøroyrar býráð átti at verið so mikið at sær komi, at tey rindaðu skuldini niður sum skjótast, tí minnast skal til, at kommunan hevur fingið 20 til 30 milliónir krónur frá hinum kommununum í Føroyum, til rindan av gamlari skuld.
Eingin fíggjarætlan
fyri 2006
Sjálvt um eg havi biði um alment innlit, baði hjá Innlendismálaráðnum og hjá Tvøroyrar kommunu, so fast eingin fíggjarætlan fyri 2006 frá Tvøroyrar kommunu. Hetta sigur so mikið, at landsstýrismaðurin má hava tikið avger um lánitreytir uppá hvamsvís, ella av onkrari heilt aðrari serligari orsøk. Og kommunan hevur hækka skattaprosenti og fingið fíggjarligt rásarúm frá landsstýrismanninum, uttan at vita hvat pengarnir skulu nýtast til.
Tað er eingin umbering fyri, ikki at gera eina fíggjarætlan eftir verandi umstøðum, tí broytast umstøðurnar, kann býráðið altíð fremja broytingar, so sum eykajáttanir.
Var tað nakar, ið tosaði um ábyrgd?