Hósdagin í komandi viku fær Tvøroyri eina rættiliga sjáldsama og forvitnisliga vitjan. Tá fer nevniliga trúboðaraskipið Logos II at leggja til bryggju og verður liggjandi har alt vikuskifti.
Tað er felagsskapurin Operation Mobilisation (stytt: OM) ið eigur hetta skipið. Hetta er sami felagskapur sum eigur gomlu Norröna.
Undir vitjanini á Tvøroyri fáa fólk høvið at vitja umborð á Logos II til øll tey ymisku tiltøkini, ið verða fyriskipað av manningini.
Her verður m.a. talan um eina stóra bókasølu, eina serstaka ?international café?, rundvísing av skipinum og onnur spennandi tiltøk fyri øll. Tað verða tó ikki einans tiltøk umborð, tí ætlanin er eisini at hava onnur tiltøk í landi undir vitjanini.
Tað er ókeypis at koma umborð
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika hesa vitjanina, sum umsíðir gerst veruleiki í sunnastu oyggj okkara. Tað er tí heldur ikki frítt, at tey 180 fólkini umborð, sum koma úr uml. 40 ymiskum londum, eru spent uppá vitjanina.
Hetta er fyrstu ferð at eitt skip hjá felagsskapinum vitjar í Suðuroy. Áður hava onnur skip hjá OM vitjað bæði í Klaksvík, Runavík og í Havn. Nógvir føroyingar hava eisini mynstrað umborð á hesum skipinum gjøgnum árini.
Logos II verður liggjandi á Tvøroyri fram til 13. august, tá leiðin verður løgd móti Íslandi.Upprunaliga var ætlanin at gamla Norröna, sum nú eitur Logos Hope, skuldi koma higar í ár. Umvælingin av skipinum tók tó longri tíð enn væntað, og tí verður henda vitjanin av ongum í ár. Men lítil ivi er um, at skipið fer at koma hendavegin í nærmastu framtíð.










