Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúli við fjølbroyttum tilboðum

Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúli boðar frá, at faldarin til heyst- og várskeiðini nú er klárur. 

 

Mikudagin fara faldararnir at koma í hvørt húsarhald, men inntil tá ber til hjá tvørafólki at kunna seg um ymsu skeiðini á talgilda faldaranum

 

Har verður m.a. skeið í veving, tónleiki, streetart, deyvatulking, máli og ymsum dansi. Eisini verður møguleiki at taka eitt ferðaleiðaraskeið fyri tey, ið hava hug at royna seg sum ferðaleiðarar í Suðuroynni.

 

- Við at bjóða nøkur fjølbroytt tilboð til borgararnar, er vónin at kunna vera við til at gera tey longru vetrarkvøldini styttri við ymsum tilboðum innan handaliga, rørsluliga, bókliga og listarliga økið, ljóðar tað í fororðinum í faldaranum.

 

Sí faldaran her.