Kommunurnar fingu eitt vet minni inn í skatti í januar og februar enn teir báðar fyrstu mánaðirnar í fjør, men úrslitið er sera ymiskt frá kommunu til kommunu.
Størsta vøksturin hevði Tvøroyrar kommuna, sum fekk 11,65 prosent meiri skatt í kassan enn teir báðar fyrstu mánaðirnar í 2012. Næststørsta vøksturin hevði Sumbiar kommuna við 11,38 prosentum, og næst henni var Sørvágs kommuna við 9,34 prosentum.
Fleiri kommunur hava fingið minni inn í skatti í ár enn um somu tíð í fjør. Ta størstu afturgongdina finna vit í Hvannasunds kommunu, sum hevur fingið 14,55 prosent minni skatt í kassan í ár enn um hesa tíðina í fjør. Í Skopunar kommunu er minkingin 11,32 prosent og í Kunoyar kommunu 9,62 prosent.
Landsins størsta kommuna, Tórshavnar kommuna, hevur fingið 2,47 prosent minni inn í skatti higartil í ár samanborið við í fjør. Í pengum svarar tað til knappar 2,4 milliónir krónur.