Í dag, Kristi Himmalferðardag 2008, verður Tvøroyrar Kirkja 100 ár, og nógv verður gjørt burturúr 100 ára haldinum Byrjað verður við guðstænastu Kristi Himmalferðardag klokkan 11:00, har Jógvan Fríðriksson, bispur, prædikar, og Ljómur syngur. Klokkan 14:00 er borðhald fyri innbodnum á Hotel Tvøroyri. Myndaframsýning letur upp klokkan 15:00 í skúlahøllini í Trongisvági og alment borðhald er í ítróttarhøllini í Trongisvági klokkan 18:00. Har er Christian Majdal, fyrrv. formaður í danska Fólkatinginum, gestarøðari. Pápi hansara var prestur á Tvøroyri og Christian er føddur har og livdi fyrstu barnaár síni á Tvøroyri. Fríggjadagin er myndaframsýningin opin og klokkan 20:00 er gospelkonsert í Tvøroyrar Kirkju, har m.o. Guðrun Sólja Jacobsen, Jonhild A. Nielsen og Sólfríð Bech og Jens Lisberg luttaka. Leygardagin heldur myndaframsýningin fram klokkan 15. Klokkan 14:30 er matiné í kirkjuni við Tvøroyrar Hornorkestri. Klokkan 15:00 er fyrilestur í kirkjuni, har Jákup Reinert Hansen tosar um Jákup Dahl og sálmayrking hansara. Klokkan 19:00 er konsert í Tvøroyrar Kirkju. Sunnudagin er barnaguðstænasta klokkan 14:00, har Barnakórið í Glyvra Kirkju syngur. Myndaframsýningin letur upp klokkan 14:00.