Tvøroyrar Hornorkestur 30 ár

Tvøroyrar Hornorkestur hevur fleiri konsertir næstu dagarnar og er eisini vertur fyri árligu hornorkesturstevnuni

Tað eru 30 ár síðani, at Tvøroyrar Hornorkestur varð sett á stovn. Í hesum sambandi hevur orkestrið jubileumskonsert á sonevnda Seglhúsloftinum hjá Thomsen hósdagin klokkan 19:00. Hetta er samstundis fyrsta tiltak í hølunum, sum sunnudagin alment lata upp sum ungdómshús á Tvøroyri. Á skránni er hornblástur, men eisini verður teldusýndar myndir, ið lýsa tíðina, ið Tvøroyrar Hornorkestur hevur virkað. Eisini eru nøkur gomul ljóðføri, ið verða sýnd fram.

Fríggjadagin klokkan 14:00 hava næmingar og ungdómsorkestur konsert í ítróttarhøllini íTrongisvági og leygardagin klokkan 14:00 setur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, árligu hornorkesturstevnuna, og hetta er í Ítróttarhøllini í Trongisvági.