Leiðarastarv
Tvøroyrar býráð noyðist nú í rættin at verja sína støðu í nógv umstrídda málinum um leiðarastarvið á frítíðarskúlanum á Tvøroyri.
Tað er Pedagogdfelagið sum nú hevur stevnt Tvøroyrar Býráð í málinum.
Tað er nakað síðani at avgerð varð tikin um at stevna Tvøroyrar Býráð, men nú er so stevningin send.
Tað, sum Pedagogfelagið krevur, er endurgjald til tann umsøkjaran, sum ikki fekk leiðarastarvið á frítíðarkúlanum.
-Í hesum førum hendi tað, at einasti umsøkjari, sum leyk formligu krøvini í starvslýsingini varð settur til viks og tað krevja vit endurgjald fyri, sigur Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum.
Kortini er ongin endurgjaldsupphædd nevnd í stevningini so tað verður nakað, sum rætturin verður at taka støðu til.
Umstrídd mál
Málið um leiðaran á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri var rættiliga umstrídd og tað endaði heilt hjá Løgtingsins umboðsmanni.
Tað byrjaði tá ið leiðarin á Frítíðarskúlanum summarið 2004 fór í farloyvi í eitt ár.
Í tí sambandi søkti býráðið eftir pedagogi til fyribilsleiðari. Ein pedagogur og ein lærari søktu og tað endaði við, at lærarin varð settur.
Hetta vildi Pedagogfelagið ikki góðtaka, tí eftir lógini skal leiðarin á frítíðarskúlanum verða pedagogur.
Felagið hótti eisini við at niðurleggja arbeiðið á frítíðarskúlanum.
Hinvegin tvíhelt býráðið um, at læraraútbúgvingin í hesum føri kundi javntstillast við pedagogin og at lærarin var betri egnaður til starvið.
Síðani ferðaðist málið aftur og fram ímillum býráðið á Tvøroyri, Pedagogfelagið, Almanna- og heilsumálaráðið og sakførarar hjá pørtunum.
Tað endaði við, at Tvøroyrar býráð noyddist at ógildað starvssetanina av læraranum sum leiðara fyri frítíðarskúlan og at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Men til starvið varð sett av nýggjum, varð sami lærari settur sum fyribils leiðari.
Tað endaði so við, málið varð lagt fyri Løgtingsins umboðsmann.
Hann metti, at málsviðgerðin var so óforsvarlig, at hann kundi ikki annað enn geva kommununi eina sera álvarsliga átalu fyri handfaringina av hesum málinum.
Viðmerkingarnar og niðurstøðan frá umboðsmanninum verða lagdar við stevningini.










