Tá ið aðalfundur verður í SEV, fer Tvøroyrar Býráð at atkvøða ímóti at prísurin á streymi hækkar.
Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Tvøroyrar Býráð viðgjørdi málið í gjárkvølið og har varð einmælt samtykt, at borgarstjórin skal atkvøða ímóti príshækkingini á aðalfundinum í SEV.
SEV ætlar at hækka prísin á streymi 25 oyru, umframt mvg, ella tilsamans 31,50 oyru til vanlig húsarhald.
Vit halda, at hetta er ein príshækking, sum fer at raka bæði vinnulív og vanlig húsarhald, meint, sigur borgarstjórin.
Hann heldur ikki, at tað er nøkur orsøk til, at kommunurnar skulu spreingja seg fyri at gera Føroyar grønar, samstundis sum allur heimurin er í einum aldudali.
- So eigur SEV heldur at góðtaka eitt hall í eina ávísa tíð.
- Eg veit ikki, hví vit skulu vera so nógv grønari enn øll onnur, heldur borgarstjórin.
SEV miðjar eftir at hava javnvág í rakstrinum í 2012 og at hava avlop longu í 2013.