Havnargjald
Ósemjan ímillum Strandferðsluna og Tvøroyrar Kommunu um havnagjaldið hjá Smyrli, er ikki liðugt enn.
Tvøroyrar Býráð hevur nú samtykt at søkja um at fáa málið fyri Hægsta Rætt.
Tvøroyrar Býráð hevur kravt, at Smyril skuldi betala meiri í havnagjaldi, men higartil hevur tað gingið strilti at fáa undirtøku fyri kravinum.
Her er talan um gjald fyri gamla Smyril, sum brúkti havnina á Drelnesi, ið kommunan sjálv bygdi og átti.
Talan er um eina munandi upphædd, sum kommunan hevur kravt í meiri havnagjaldi og Strandferðslan hevur víst á, at fær Tvøroyrar Býráð viðhald, skal Strandferðslan betala kommununi einar níggju milliónir krónur.
Málið endaði í Føroya Rætti, men har tapti kommunan. Hon skeyt málið inn fyri Landsrættin, men har tapti kommunan eisini.
Men Tvøroyrar Býráð samtykti rættiliga skjótt at kanna møguleikarnar fyri at sleppa í Hægsta Rætt við málinum.
Løgfrøðingurin hjá Kommunusamskipan Føroya, har Tvøroyrar Kommuna er limur, fekk málið at gjøgnumganga, so at hann kundi geva Tvøroyrar Býráð eina løgfrøðiliga meting.
Og nú niðurstøðan frá løgfrøðinginum er komin, hevur Tvøroyrar Býráð samtykt at søkja um at fáa málið til viðgerðar í Hægsta Rætti.
Og tann tilgongdin er nú farin í gongd.
Á Býráðsfundinum fríggjakvøldið metti býráðsformaðurin framvegis, at tey høvdu eina góða sak, tí hann metti, at hóast Tvøroyrar Kommuna tapti bæði í Føroya Rætti og í Landsrættinum er ikki samsvar ímillum báðar dómarnar.
Í Føroya Rætti taptu vit, tí at vit ikki høvdu ein serskildan roknskap fyri Havnina á Drelnesi. Men í Landsrættinum taptu vit tí at allur roknskapirnir hjá havnunum skuldu leggjast og tilsamans máttu teir ikki geva avlop. Teir skuldu somuleiðis vera inni í kommunala roknskapinum.
Tí heldur býráðið, at samsvar er ikki ímillum grundgevingarnar fyri dóminum og sostatt kanna tey møguleikarnar fyri at royna málið í Hægsta Rætti.