Suðuroyarsiglingin
Tvøroyrar Býráð hevur ikki heimild til at nokta Dúgvuni atløgupláss á Trongisvágsfirði.
Tað er fyribils niðurstøðan, sum Løgmansskrivstovan er komin til.
Tað var longu í 1996, at Tvøroyrar Býráð noktaði at geva Dúgvuni atløgupláss á Tvøroyri, tí Byráðið kravdi at fáa hóskandi avloysaraskip fyri Smyril, tá ið hann skuldi í dokk.
Áður hevur tað ongantið verið upp á tal at seta samtyktina í verk, tí tað er ongantíð komið hartil, at Talan hevbur verið um at Dúgvan skuldi røkja suðuroyarsiglingina
Men mikudagin hendi so tað, at onki skip er at seta í suðuroyarsiglingini, uttan júst Dúgvan og tí tók Tvøroyrar Býráð málið uppaftur mikudagin.
Og har varð einmælt viðtikið, at samtyktin frá 1996 skuldi standa við.
Men hetta vildi Vinnumálastýrið ikki góðtaka uttan víðari og heitti tí á Løgmansskrivstovuna um at kanna, um Tvøroyrar Kommuna yvirhøvur hevði heimild at nokta Dúgvuni at leggja at á Tvøroyri, tí við hesum forðar Býráðið Strandferðsluni í at røkja sínar lógarásettu skyldur um fólka og farmaflutning.
Og tað var skjótt, at Løgmansskrivstovan gjørdi ein fyribils úrskurð í málinum og hann er, at Tvøroyrar Býráð hevur ikki loyvi at nokta Dúgvuni atløgupláss.
Sambært kommunulógini hevur Løgmansskrivstovan tí gjørt av, at samtyktin hjá Tvøroyrar Býráð skal setast í gildi fyribils.
Og hendan avgerðin hjá Løgmansskrivstovuni stendur til, til hon hevur kannað málið nágreiniliga og kemur til eina endaliga niðurstøðu
Ein fyribils niðurstøða hjá Løgmansskrivstovuni er, at Tvøroyrar Býráð ikki kann nokta Dúgvuni atløgupláss á Tvøroyri. À myndini, sum er tikin á býráðsfundi fyrr í mai mánaða, var Dan Nielsen ikki á fundi. Hinir Býráðslimirnir eru f.v. Bergur Bærentsen, Heri Mortensen, Pauli Einarsson, Kristin Michelsen, Sverri Midjord og skrivarin, Óli Debes. Býráðsformaðurin, Finnleif Guttesen, stendur