1. januar verður eitt spennandi nýtt nýggjarstiltak í høllini á Hálsi í Havn. Tiltakið kallast »Nýtt 2010« og verður skotið í gongd klokkan 01 beint aftan á, at síðsta rakettin er farin í luftina.
Fyriskiparinir fyri hesum tiltakið eru Ebenezer, Evangeliuhúsið, Frelsunarherurin, Filadelfia, Hebron, Lívdin, Meinigheitshúsið í havn, Kirkju og missiónshúsið á Argjum og Oasan.
Tiltakið var fyrstu fer síðsta ár og tað eydnaðist sera væl og tey ungu vóru ótrúliga væl nøgd við og ynsktu, at hetta skuldi vera eitt afturvendandi tiltak og tí hava vit avgjørt, at hava tað aftur í ár.
Har verður nógv á skránni, m.a. café alla náttina, lovsangsløta, undirhald við og sangframførðslir. Café?in borðreiðir við feskari súpan, kaffi og køkum - alt ókeypis.
- Har verður eisini eitt bønarrúm, har man kann fáa forbøn ella eitt prát ella bara vera einsamallur í frið eina løtu. Alt í alt verður tað eitt sera spennandi tiltak har nógv er á skránni, siga fyrireikararnir.