Tvørfakligt samstarv heldur enn faktvørligan sjálvdrátt

Viðmerking til meining hjá Annemi Joensen í Dimmalætting 4. apríl 2005

Majbritt Mohr
forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum
At tørvur er á øllum starvsbólkunum í føroyska heilsuverkinum er púra vist. Annað er so, at okkara framúr góðu og royndu sjúkrahjálparar, sum hava lært heilsuatstøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar nógv, nú eru við at verða avloystir av heilsuatstøðingum. Men sjúkrahjálparar hava ongantíð trýst nakran sjúkrarøktarfrøðing úr nøkrum starvi. Tað er heldur ikki tað, ið heilsuatstøðingarnir ynskja. Men okkara útbúgving er sum kunnugt fakliga góð og breið, og tí kunnu vit brúkast í breiðari høpi enn sjúkrahjálpararnir kundu.
At læra til heilsuatstøðing tekur 2 ár og 10 mánaðir. Undir útbúgvingini lærir tú millum mangt annað at taka tær av heilsu- og sjúkrarøktaruppgávum til likamliga sjúk og sálarsjúk. Ítrivsvegleiðing er eisini partur av útbúgvingini. Útbúgvin kanst tú arbeiða nógvastaðni í almanna- og heilsuverkinum; nevnast kunnu sjúkrahús, sálardeildir, ellis- og røktarheim, heimarøkt, tilhald og sambýli fyri eldri, sálarsjúk og evnaveik.
Fakliga góða og breiða útbúgvingin til heilsuatstøðing ger, at tað nú er neyðugt at endurskoða samansetingini og tørvin á starvsfólkabólkum nógvastaðni í almanna- og heilsuverkinum. Eg haldi ikki, at tað er rætt at siga, at ein bólkur eigur ávís størv av søguligum orsøkum. Men ein ávísur bólkur kann vera betur skikkaður at røkja ávís størv, og eg haldi, at munur er á hesum báðum hugtøkunum. Sjúkrarøktarfrøðingar starvast har, ið teirra útbúgving er kravd, men teir starvast eisini nógvastaðni, har ið teirra førleiki ikki neyðturviliga er kravdur. Á nógvum arbeiðsplássum er okkara førleiki hóskandi, og aðrastaðni er fakliga skilabest, at fleiri starvsbólkar samstarva. Hetta prógva drúgvar royndir aðrastaðni; til dømis í øðrum norðurlondum.
Tað eigur at vera felags fyri øll røktarstarvsfólk, at vit arbeiða miðvíst fyri einum góðum og vælvirkandi almanna- og heilsuverki, har ið allir brúkarar kunnu fáa røttu og bestu viðgerðina og ta bestu røktina. Hetta gerst best við tvørfakligum samstarvi, har ið vit øll hava okkara týdningarmikla leiklut. Til dømis eru heilsuatstøðingar í Danmørk við í alskyns verkætlanum, eins og tær assistera við skurðviðgerðir. Og væl útbúnir heilsuatstøðingar í øðrum londum eru leiðarar ? eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
Tá ið Annemi Joensen í lesarabrævi sínum stúrir fyri, at heilsuatstøðingar fara at ganga arbeiðsleysir í Suðuroy, má eg svara, at eg haldi hetta uppáhald vera merkt av svartskygni. Okkara fakbólkur kann jú, sum eg áður havi nevnt, starvast nógva aðrastaðni enn á ellis- og røktarheimum. Og sjúkrahús er sum kunnugt eisini í Suðuroy, eins og heimarøkt og sambýli, ið eisini eru uppløgd starvsøki. Harumframt eigur økispsykiatri eisini at vera í Suðuroy, so at byrgjast kann fyri, at sálarsjúk í oynni noyðast at lata seg leggja inn á sálardeild í Tórshavn, hóast tað ikki er neyðugt. Tilhald og verkstøð til eldri fólk ella aðrar samfelagsbólkar, ið á einhvønn hátt hava tørv á aktivering ella stuðli, hava eisini størv, ið heilsuatstøðingarnir hava førleika at røkja.
Orsøkin til at heilsuskúlin á Tvøroyri fer at útbúgva heilsuatstøðingar er tískil ikki, at summi spáa, at trot fer at vera á sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum. Nei, tað er ein ásannan av, at heilsuatstøðingar fara at vanta í í tvørfakliga samstarvinum, um skúlin ikki fer at útbúgva heilsuatstøðingar. Somuleiðis átti Annemi Joensen at vitað, at útbúgvingin til heilsuatstøðing eisini er komin í staðin fyri millum annað útbúgvingina til pleygara. Verður útbúgvingin av ongum, fer starvsfólkatrot skjótt at tyngja sálardeildirnar í Tórshavn.