Tvøramenn søkja um stuðul til ellis- og røktarheim

Tvøroyrar Býráð hevur fyri løtu síðani samtykt at søkja landsstýrið um stuðul at byggja ellis- og røktarheim fyri

 
 Eldrarøkt
 

 Nú vilja eisini tvørafólk hava ellis- og røktarheim.
Tvøroyrar Býráð varð kallað saman í skundi seinnapartin í dag at viðgera eldraøkið, eftir at tað gjørdust greitt, at kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt fóru at søkja landsstýrið um stuðul til ellis- og røktarheim í Vági.
Á Býráðsfundinum á Tvøroyri samtykti býráðið einmælt at søkja landsstýrið um stuðul at byggja heim til eldri,  tað verið seg bæði røktarheim, heim fyri minnisveik og sambýli, alt eftir, hvussu tørvurin er. Tilsamans søkir Tvøroyrar býráð um stuðul at byggja heim til 25 fólk.
Býráðslimir søgdu, at tað var neyðugt at søkja fyri at tryggja sær ein møguleika at koma upp í part, tá ið almenni stuðulin til ellis- og røktarheim, skal lutast út.
Landsstýrið hevur sett 51 milliónir av til at stuðla kommunum at byggja búpláss til eldri í ár, næsta ár og í 2008 og hesum vil Tvøroyrar Kommuna tryggja sær ein møguleika at fáa burturav.
 Býráðslimir á Tvøroyri løgdu sostatt dent á, at umsóknin verður send fyri ikki at spæla av við møguleikan at byggja stovnspláss til eldri tey næstu árini.
Men teir løgdu eisini dent á, at hetta skuldi ikki skiljast sum um at Suðuroyggin endaliga var farin í tvíningar í hesum máli, tí teir vónaðu framvegis, at øll oyggin kundi finna saman um eina felags loysn.
Fleiri býráðslimir á Tvøroyri hildu, at tað var neyðugt at kanna tørvin gjølligari fyri at vita akkurát, hvørjum slagi av stovnum til eldri, tørvur var á.
 
Ongin avgerð um fígging
At gera ellis- og røktarehim til 25 fólk, sum Tvøroyrar Býráð, hevur søkt um, kostar 30 milliónir. Landið letur í mesta lagi 12,5 milliónir í stuðuli og tað merkir so, at kommunan skal sjálv fíggja 17,5 milliónir.
Hvussu tað skal fíggjast, er støða ikki tikin til.
- Tað er ein spurningur, sum nú skal skal kannast sigur borgarstjórin, Kristin Michelsen.
Men tað er í øllum førum greitt, at Tvøroyrar Kommuna sleppur ikki at taka lán, tí kommunur, sum skylda meiri enn eina álíkning, sleppa ikki at taka lán. 
Á býráðsfundinum á Tvøroyri týsdagin, varð eisini upplýst, at hinar kommunurnar í Suðuroyar Norðaru helvt, Fámjins, og Hvalbiar kommuna, eru kunnaðar um ætlanina at søkja um stuðul, men at tær høvdu ikki latið frætta frá sær.