Tvøramaður í Keypmannahavn 90 ár

Í dag fyllur ein kendur tvøramaður 90 ár.

Tað er Asbjørn Øster, sum fór til Danmarkar at royna eydnuna longu sum 17 ára gamal. Har hevur hann verið síðani. Av átta systkjum er hann tann einasti, sum eftir er á lívi. Ein av brøðrunum hjá Asbirni var Arnold Øster, prentari, sum flestu føroyingar kendu ella vistu um fyri sítt prentstovuvirksemi. Ásbjørn, ið var barna- og fyrstu ungdómsárini á Tvøroyri, fór til Danmarkar við táverandi skótaliðnum í bygdini. Tað skuldi vera ein stutt ferð, sum tó gjørdist ein lívlong ferð. Hann bleiv verandi í Danmark, har hann fekk sær útbúgving sum elektrikari men fór seinni at virka á fleiri øðrum økjum sum eitt nú sølumaður. Asbjørn, sum tosar føroyskt sum brent, hóast hann hevur verið í Danmark og búleikast saman við dønum alt sítt lív, vitjaði í Føroyum nakað herfyri. Tá hitti Sosialurin hann og greiddi hann frá sínum áhugaverda lívi. Samrøðan við Asbjørn Øster verður í blaðnum, sum kemur út Dýrabiðjudag.

Adressan hjá Asbirni Øster er J.M. Thielesvej 5B, 1961 Fredreiksberg C