Tvøramaður í høgum starvi hjá Bose

Bose er ein av heimsins størstu fyritøkum innan ljóðtøkni. Páll Olsen starvast í deildini í Danmark. Hann hevur búð leingi í Danmark og hevur ikki ætlanir um at flyta heimaftur, tí at starvið er sera gott. - Tó er møguleikin altíð opin, sigur hann

Páll Olsen av Tvøroyri er ein av leiðarunum í service support hjá stóra hátalara-framleiðarinum Bose.
Páll og konan hava búð í Danmark í 19 ár. Tey møttust niðri, tá ið hann las til elektro-teknikara, og tey vóru verandi í Danmark.
Páll er ættaður av Tvøroyri. Nú er hann í góðum starvi hjá stóru fyritøkuni Bose, sum framleiðir hátalarar og annað innan ljóðtøkni.

Leiðandi innan ljóðtøkni
Bose er ein stór altjóða fyritøka, sum varð stovnað í USA. Teir hava eina deild í Danmark, sum umboðar norðanlond. Páll Olsen starvast í hesi deildini.
- Bose er heimsins størsti hátalaraframleiðari. Eg starvist í service support deildini. Mítt økið fevnir um Danmark, Føroyar og Grønland, sigur Páll.
Nýggi handilin í SMS Expert selur Bose hátalarar. Páll hevur júst verið í Føroyum og lagt teimum lag á, nú handilin skuldi opnast.
- Eg hjálpti til við uppsetingini av vørunum. Bose er eitt stórt eksklusivt merki, og vit seta krøv til handlarnar. Vit vilja fegin, at vøran verður sýnd væl fram í handlinum. Eg undirvísti eisini starvsfólkunum, soleiðis at tey hava eina vitan um vøruna hjá Bose, sigur hann.
Páll letur væl at nýggja Expert handlinum og starvsfólkunum.
- Expert handilin í SMS lúkur krøvini, sum vit seta. Teir hava alla vøruna frammi í handlinum, og sølufólkini kenna til vøruna. Eitt av starvsfólkunum kennir vøruna úr Danmark, har hann hevur starvast hjá einum handli, sum selur Bose, sigur Páll.

180 handlar í Evropa
Bose fer framvegis at fylgja upp uppá Expert í Føroyum. Teir síggja ein marknað í Føroyum, hóast tað búgva fá fólk á oyggjunum.
- Vit fara helst at koma 1-2 ferðir upp at leggja teimum lag á. Vit síggja møguleikar í Føroyum. Tað er ein marknaður allastaðni, so tað er heilt vist ein góður møguleiki Føroyum, hóast fólkatalið er lítið. Fólk keypa merkivøru, so tí vænta vit eisini, at tey fara at keypa okkara vøru. Bose selur í 180 handlum í Evropa. Harav eru nógvir Expert. Tá ið so teir sýndu áhuga fyri at hava okkara vøru í handlinum, vóru vit skjótir at taka av, sigur Páll.
Bose framleiðir ikki einans hátalarar til heimabrúk.
Vit hava eisini eina deild, sum selur til fyritøkur og feløg. Vit vóna eisini, at hetta gerst ein møguleiki í Føroyum. Her kann verða talan um ljóðannlegg til hallir, kirkjur, stadion og aðrar uttandurahátalarar. Sum er hevur hølin og fótbóltsvøllurin í Klaksvík annlegg frá Bose.

Øgilig menning
Páll fegnast um, at hann fekk møguleikan at koma til Føroyar í arbeiðsørindum.
- Tað var rættiliga upplagt, at eg kom her upp, tí at eg eri herfrá. Eg havi vitja familju í Suðuroy og Klaksvík. Annars eru vit í hvussu so er eina ferð um árið og ferðast í Føroyum, sigur Páll.
Tey hava ikki nakrar ætlanir um at flyta heim.
- Nú hava vit búð í Danmark í 19 ár, og vit hava ikki ætlanir um at flyta heim enn. Tað er tó ein møguleiki, sum altíð er opin, men sum er hava vit ikki ætlanir um tað. Eg havi starvast í 13 ár hjá Bose, og tað hendir okkurt nýtt alla tíðina á hesum økinum. Alt gerst meira bygt á teldutøkni, og tað er ein øgilig menning. Starvið er spennandi og avbjóðandi, sigur Páll.