Nú Fiskavirking er farin á húsagang, ætlar Tvøroyrar Býráð at fáa ræðið aftur á flakavirkinum og lendinum undir tí.
Men tað skal vera fyri einki!
Tvøroyrar Býráð umrøddi spurningin í gjárkvøldið og har varð upplýst at tað er áhugi fyri at fáa fatur á grundstykkinum til at seta eitt virki á.
Onki vert
Sjálvt flakavirkið er neyvan nakað vert til annað enn at taka tað niður, tí tað er í so ringum standi, søgdu býráðslimir.
Onkur býráðslimur helt enntá, at ein skuldi trúð, at tey høvdu gjørt sær ómak at knúsa so nógv sundur sum gjørligt.
Sum dømi nevndi hann, at elektriskar kontaktir eru ikki tiknar niður, tær eru skræddar úr vegginum.
Samstundis er ein stórur partur av útgerðini tikin úr virkinum og flutt aðrastaðni.
Av tí sama verður ikki mett, at sjálvt virkið er vert nakað sum nakað sum helst.
Men talan er um ein stóran bygning og tað kostar nógvar pengar at taka hann niður.
Tí ætlar býráðið ikki at gjalda nakað fyri at fáa fatur á virkinum.
- Tað skal ikki kosta kommununi eitt oyra, tók onkur býráðslimur til.
Togast við Fiskavirking
Virkið stendur á leigaðari grund, men Býráðið hevur í fleiri ár togast við Fiskavirkingum um at seta sáttmálan úr gildi, tí onki virksemi er á virkinum og býráðið helt ikki, at tað var rímiligt, at Fiskavirking legði hald á besta grundstykki niðri á havnarlagnum til onga nyttu.
Sáttmálin sigur, at er onki virksemi á virkinum í tvey ár, kann sáttmálin sigast upp.
Tá kann sáttmálin sigast upp við eitt árs freist.
Men Fiskavirking hevur ikki viljað viðurkent, at sáttmálin kann sigast upp og fyri at varðveita virksemi á virkinum, hava tey gjørt ís.
Hetta hevur býráðið ikki góðtikið og síðsta summar varð sáttmálin uppsagdur.
Sostatt fer sátmálin úr gildi í summar, varð upplýst á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Borgarstjórin upplýsti eisini, at bústjórarnir hava viðurkent, at sáttmálin fer úr gildi í summar.
Tá fær Tvøroyrar Kommuna sostatt aftur fult ræðið á undirlendinum, sum virkið stendur á og fær sostatt aftur fult frælsi at leiga tað út aftur til onkran, sum kanska hevur áhuga at stovna eitt virki aftur á stykkinum.
Býráðslimir halda, at tað hevur stóran týdning, at kommunan fær ræðið á stykkinum og fær lagt virksemið á havnarlagnum til rættis, soleiðis at tað gagnar sum best, ístaðin fyri, at Fiskavirking leggur hald á eitt so stórt stykki, uttan at brúka tað til nakað.
Ongin tilsøgn
Tvøroyrar Býráð hevur onga tilsøgn fingið frá okkum um, at sáttmálin um virkið á Tvøroyri kann fara úr gildi í summar.
Tað staðfestir Eyðfinn Jacobsen, sum er annar bústjórin á Fiskavirking.
Hann sigur, at hann hevur tosað við borgarstjóran á Tvøroyri.
- Tað einasta, eg havi boðað frá, er, at eg taki ikki støðu til um Tvøroyrar Býráð hevur rltt til at siga sáttmálan upp, ella ikki.
- Men hevur býráðið rætt at siga hann upp, kann hann ikki fara úr gildi fyrrenn 1. juni.
Eyðfinn Jacobsen sigur, at sostatt er tað búgvið, sum eigur flakavirkið á Tvøroyri og tað verður lýst til sølu fyrsta dagin, saman við øllum hinum ognunum hjá Fiskavirking.