Tvørafólk eiga 6 milliónir til góðar

TRÆTA Tvøroyrar Býráð hevur nú staðfest, at tað er ikki sinnað at slaka í trætuni um, hvør skal gjalda náttarvaktirnar á sambýlinum

Tvøroyrar kommuna er sinnað at seta hart ímóti hørðum í trætuni við Almannamálaráðið um, hvør skal rinda lønina hjá náttarvaktum á sambýlinum í bygdini.
Tað hevur býráðið enn einaferð staðfest.
Í sama viðfangi krevur Tvøroyrar Kommuna nú at fáa góðar seks milliónir krónur aftur úr landskassanum fyri útreiðslur, sum kommunan av órøttum hevur goldið landskassanum.
Orsøkin til, at kommunan heldur, at hon hevur goldið av órøttum, er, at hon heldur, at landsstýrið rætt og slætt ikki hevur lógarheimild til at krevja, at kommunan skal gjalda

Gjalda ikki
Nú er so aftur rokning komin landssýrinum fyri lønina hjá náttarvaktunum.
Tvøroyrar Býráð hevur viðgjørt málið og stendur einmælt fast við avgerðina um ikki at rinda rokningina.
Tvøroyrar Býráð ásannar, at eftir at lógin varð samtykt í vár, hevur landskassin nú heimild at krevja, at kommunurnar skulu rinda fyri náttarvaktirnar frá 1. mai í ár.
Tí er býráðið sinnað at rinda ta seinastu rokningina.
Men býráðið hevur svarað almannamálaráðnum aftur og hevur biðið Ráðið bara draga peningin frá tí, sum tað skyldar kommununi afturfyri, at kommunan hevur rindað fyri náttarvaktirnar øll árini frá tí at sambýlið kom í 1998.
- Vil Almannamálaráðið ikki góðtaka tað, má tað stevna Tvøroyrar Býráði
Vil landsstýrið ikki rinda kommununi peningin aftur, kann tað enda við, at lønin fyri náttarvaktirnar verður drigin frá so hvørt, til alt er afturrindað.
Sostatt fer Tvøroyrar Kommuna ikki at rinda nakra løn hjá náttarvaktunum hesi næstu 12-13 árini.
-, var niðurstøðan á býráðsfundinum.

Stevna
Á Býráðsfundinum varð spurningurin eisini reistur um landsstýrið ikki bara kann draga lønina til náttarvaktirnar av kommunuskattinum, áðrenn kommunan fær hann útgoldnan.
Tað er borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, sannførdur um, at landsstýrið ikki kann gera.
- Skatturin er persónligur og kann ikki halda aftur uttan at kommunan gevur loyvi til tað, staðfestir hann
Hann sigur, at finnur landsstýrið upp á at draga lønina hjá náttarvaktunum av kommunuskattinum, fær tað boð um at flyta peningin aftur og hendir tað ikki, verður stevnt eftir pengunum.
Skorið út í papp

Eins og flest allar aðrar kommunur, hevur eisini Tvøroyrar Kommuna rindað fyri náttarvaktirnar á sambýlunum.
Tað er landskassin, sum hevur lagt út, men hevur síðani fingið lønina endurgoldna frá kommununum.
Men í vár kom fram, at tað var ivingarsamt, um landskassin yvirhøvur hevði rætt at krevja, at kommunurnar skuldu rinda lønina og tí varð uppskot lagt fyri Løgtingið í vár, har tað varð skorið út í papp, at kommunurnar skulu rinda lønirnar hjá náttarvaktunum.
Tó metti Heilsumálaráðið, at nú var tað siðvenja, at kommunurnar rindaðu fyri náttarvaktirnar og tí ber ikki til at broyta mannagongd.
Tí heldur Almannamálaráðið ikki, at kommunurnar hava heimild at krevja nakran pening aftur.
Men kortini varð uppskotið lagt fyri Løgtingið og samtykt fyri at beina allan iva burtur.
Uppskotið varð samtykt í vár.

Ósamd
Men bæði fleiri kommunur og Kommunusamskipan Føroya tulka støðuna øðrvísi, Tey tulka málið so, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið, nettupp tí, at Almannamálaáðið ásannar, at heimild hevur ikki verið at krevja, at kommurnar rinda fyri náttarvaktirnar.
Víst verður á, at ongin ávís siðvenja er á økinum, tí í summum førum rindar landskassin allar útreiðslurnar.
Tí er niðurstøðan hjá kommununum, at peningurin er kravdur inn í heimildarloysi og sostatt eru nakrar kommunur givnar at rinda.
Men Tvøroyrar Kommuna fór eitt stig víðari og krevur nú at fáa peningin afturgoldnan, sum landskassin hevur kravt inn frá kommununi til náttarvaktirnar.
Tað eru ikki bara Kommunurnar og Kommunusamskipanin, sum hava ivast í heimildini hjá landsstýrinum at krevja kommunurnar at rinda.
Tað hevur landsgrannskoðarin eisini gjørt og hann hevur spurt landsstýrið, um ætlanin var at broyta lógina á hesum øki.