Á Norðoyastevnu var Riddarin sannførandi vinnari. Eina góða løtu vísti tað seg sum um, at úrslitið skuldi verða tað sama á Skála.
Eftir at Tvørabáturin í startspurtinum hevði verið greitt á odda, so tóktist tað sum um, at Riddarin við at leggja seg á odda so at siga setti tingini upp á pláss.
Men tað vildu teir á Tvøroyri ikki, og eftir fínan endaspurt var Tvørabáturin tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Riddaran.
Úrslitið ber við sær, at Tvøroyri í dag hevur vunnið tveir FM sigrar - Firvaldur við gentum og so menninir við Tvørabátinum.
6 mannafør menn
1 Tvørabáturin 07:27.20
2 Riddarin 07:29.18
3 Smyril 07:36.06
4 Sundabáturin 07:42.00
5 Gongurólvur 07:42.14
6 Skúgvur 07:43.16
7 Rádni 07:45.08
8 Jarnbardur 07:48.21
9 Hósvíkingur 07:57.18
10 Fortuna 08:00.02
Støðan í FM
1 Riddarin 13
2 Tvørabáturin 13
3 Smyril 10
4 Gongurólvur 7
5 Skúgvur 5
6 Sundabáturin 4
7 Rádni 3
8 Jarnbardur 1
9 Lómur 0
10 Hósvíkingur 0
11 Lokkin 0
12 Fortuna 0