Fittan part av 1500 metra teininum bendi nógv á, at spenningurin í dag fór at hvørva í kappingini um FM í róðri millum 6-mannafør við monnum. Men endaspurturin vendi upp og niður upp á plaseringarnar, og úrslitið ber við sær, at tað framvegis er spenningur um FM heitið.
Hóast Tvørabáturin átti besta startin og legði seg meiri enn hálva bátslongd framum Riddaran, ið eisini var aftanfyri Sundabátin, so tóktist alt verða, sum tað plagar at vera, tí í óførum miðróðri legði Riddarin seg á odda.
Eina løtu sá tað út til, at Sundabáturin skuldi hótta næstfremsta plássið hjá Tvørabátinum, men soleiðis tørnaði tað ikki út.
Tvørabáturin sýndi framúr endaspurt. Tvørabáturin var fyrstur á mál, tíðin var tann besta, sum nakað 6-mannafar hevur róð í Fuglafirði, og harvið hava suðuroyingar endurtikið tað, sum teir gjørdu á Sundalagsstevnu, tá ið bæði Firvaldur við gentum og Tvørabáturin vunnu.
Úrslit
1 Tvørabáturin 07:07.23
2 Riddarin 07:08.09
3 Sundabáturin 07:08.23
4 Gongurólvur 07:16.02
5 Rádni 07:19.14
6 Smyril 07:20.13
7 Skúgvur 07:21.03
8 Strálan 07:24.18
9 Hósvíkingur 07:32.18
Støðan
1 Riddarin 33
2 Tvørabáturin 32
3 Smyril 20
4 Sundabáturin 19
5 Gongurólvur 16
6 Skúgvur 11
7 Rádni 8
8 Jarnbardur 1
9 Kollfirðingur 0
10 Lómur 0
11 Hósvíkingur 0
12 Fortuna 0
13 Strálan 0
14 0
15 Lokkin 0










