Tað er nú greitt, at eftir summarfrítðiðina skulu børnini í dagrøktini á Tvøroyri, til Hovs ein dag um vikuna.
Tað hevur býráðið á Tvøroyri nú samtykt.
Orsøkin er, at barnaansingin á Tvøroyri er í herviligari hølisneyð og tað hevur nú ført við sær, at dagrøktin nú missur spælistovuna, tey hava havt í skúlanum í Trongisvági og ístaðin skal fríðtíðarskúlin yvirtaka hølini.
Samstundis skulu næmingar við serligum tørvi hava atgongd til hølini hjá frítíðarskúlanum.
Samstundis hevur Tvøroyrar Býráð gjørt avtalu við Hovs kommunu um at leiga gamla bygdarskúlan í Hovi, sum annars stendur tómur.
Leigan er 20.000 krónur um mánaðin, men Hovs Kommuna ber allar útreiðslurnar av rakstrinum og av at halda skúlan innan og uttan, og nú skulu so børnini í dagrøktini á Tvøroyri hagar ein dag um vikuna í spælistovu.
Hin møguleikin var at flyta onkran annan part av barnaansingini til Hovs hvønn dag í vikuni.
Eitt uppskot frá Mallu Dam um at lata frítíðarskúlan húsast í nýggja ítróttardeplinum við Stórá, fekk ikki undirtøku.
Tvørtur ímóti hevur býráðið samtykt, at ítróttardepilin skal vera til ítrótt burtur av.
Dagrøktarmammur á Tvøroyri hava eisini mótmælt ætlanini, men til fánýtis.
Men hinvegin hevur býráðið sett sær fyri at virka fyri, at finna eina varandi loysn á trupulleikunum hjá barnaansingini á Tvøroyri.