Fótbóltur
Tað hevur verið lítið at hoyrt frá føroysku fótbóltsfeløgunum, síðani tey á fundi í november mánaði søgdu FSF-nevndini, hvar skápið skuldi standa í mest sum endaleysu trætuni, sum stóð í ljósum loga í málinum um aðalskrivaran.
Tað málið endaði fyribils við, at aðalskrivarin og FSF gjørdu eina fráfaringaravtalu, men samstundis ljóðaði í krókunum, at fleiri broytingar helst vóru í væntu á aðalfundinum.
Hesin verður hildin tann 27. februar, men tað einasta, sum enn stendur greitt, er, at nýtt andlit skal veljast fyri Svein Tróndarson, sum hevur boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur.
Magnus á Stongum, Rúni Heinesen og Høgni í Stórustovu standa eisini fyri vali á aðalfundinum. Í mun til gomlu reglugerðina, so er tað nú soleiðis, at teir ikki uttan víðari kunnu boða frá, at teir taka við afturvali, men skulu teir aktivt fáa felag ella feløg at skjóta seg upp til ávíkavist nevndar- og forsetavalið.
Og hetta skal altso gerast í seinasta lagið annan mikudag. Reglurnar siga, at freistin fyri at seta fram uppskot til nevndar- og forsetaval, er 10 dagar undan aðalfundinum.