Hetta er støðan í Svínoy, soleiðis sum hon verður lýst í Glóðini, blaðnum hjá útoyggjunum.
Hóast hesar veruleikar, so eru tað kortini tey, ið ikki hava mist allar vónir fyri eini framtíð á hesi oynni. Tvær verkætlanir eru nevniliga á veg.
Í fyrra førinum er talan um ta gomlu og nógv eftirspurdu ætlanina um prosjektering av tunli og ferjuhavn. Og í seinna førinum er ein ætlan í umbúna um bygging av einum ferðavinnudepli.
Verða hesar ætlanirnar til veruleika, og batna umstøðurnar annars í oynni, so er ikki óhugsandi at ungfólk hava áhuga í at flyta aftur til oynna at búgva, skrivar blaðið.