Tvær ungar manningar

Talan var um tvær ungar manningar, tá ið HB og FC Wit dystaðust mikukvøldið. Føroyameistararnir áttu bæði yngsta og elsta leikaran á vøllinum, men georgiska liðið hevði lægri miðalaldur.

Tað vóru rættuliga nógvir ungir leikarar á vøllin, tá ið HB og FC Wit leiktu Champions League undandyst á Tórsvølli mikukvøldið. Heimaliðið hevði ikki færri enn fýra unglingaleikarar á vøllinum.

Páll var tann yngsti
Miðalaldurin hjá teimum 14 leikarunum, ið vóru á vøllinum fyri HB, var 23,4 ár, og tað er eitt vet hægri enn miðalaldurin hjá FC Wit. Georgiska liðið nýtti einans 13 leikarar í dystinum, og teirra miðalaldur var 22,7 ár.
Yngsti maður á vøllinum var HB-framherjin Páll M. Joensen, sum júst er fyltur 18 ár. Páll slapp fyri fyrstu ferð nakrantíð at leika samfullar 90 minuttir á besta liðnum hjá HB. Elsti maður á vøllinum var eisini ein á heimaliðnum, nevnliga liðskiparin Rúni Nolsøe, ið er 33 ára gamal. Saman við ein øðrum HB-veterani, Hallur Danielsen, vóru teir einastu leikararnir á vøllinum, ið vóru oman fyri tey tríati.
Yngsti maður á georgiska liðnum var verjuleikarin David Medashvili, og elsti maður var ein annar verjuleikari, nevnliga 28 ára gamli Tengiz Kobiashvili, so ikki kann sigast annað, enn at talan er um eitt ógvuliga ungt georgiskt lið.