Tvær tyrluvanlukkur í Teilandi

Ein hernaðartyrla við níggju fólkum umborð er dottin niður í Teilandi nærhendis markinum til Myanmar. Myndugleikarnir siga, at tyrlan var á veg eftir líkunum av fimm monnum, sum doyðu, tá ein onnur hernaðartyrla datt niður fyri trimum døgum síðani.

Tyrlan, sum datt niður í dag, var av amerikanska slagnum Black Hawk, men tyrlan, sum datt niður um vikuskiftið, var frá Vietnam-krígnum.

Hernaðartalsmaðurin Sansern Kaewkamnerd sigur við tíðindastovurnar, at fólk hoyrdu eina spreinging, tá tyrlan datt niður í dag, men hann dugir ikki at siga, hvat er hent teimum, sum vóru í tyrluni. Av teimum níggju, sum vóru í tyrluni, vóru átta yvirmenn úr teilendska herinum.