Tvær útskiftingar í B36

B36 hevur í kvøld havt aðalfund. Tað er tvær útskiftingar í starvsnevndini

B36 hevur í kvøld havt aðalfund. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri afturvali, men Anja Weyhe og Steinbjørn Hardlei takkaðu fyri seg. Tann triði var fyrrverandi formaðurin, Jákup Mørk, sum bleiv afturvaldur.

Nýggj í nevndini eru Høgni í Jákupsstovu, sum er kendur úr miðlaheiminum, og Súsanna Maria Hansen, ið er fyrrverandi landsliðsspælari hjá kvinnunum.

B36 skrivar í kvøld, at á leið 70 limir møttu til aðalfundin, sum var hildin í B36-húsinum. Magni Mouritsen, formaður í B36, greiddi frá árinum, meðan kassameistarin, Bogi Petursson Nielsen, legði rokniskapin fram. Síðani var nevndarval á skránni, har tað bleiv til tvær útskiftingar.