ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin arbeiða við einari nýggjari roynd, sum skal steðga kreppuni í evruøkinum. Tað veit bretska kringvarpið BBC at siga. Sagt verður, at ætlanin er at strika helmingin av skuldini hjá Grikkalandi, og at bjargingargrunnurin hjá evruøkinum verður styrktur, so hann kemur upp á tvær trilliónir evrur.
Sum skilst vænta stigtakararnir, at tað verður sera torført at fáa undirtøku fyri bjargingarætlanini, men hinvegin fær tað sera álvarssamar avleiðingar, um ætlanin verður vrakað.
Bretska blaðið Daily Telegraph skrivar, at í roynd og veru ber bjargingarætlanin í sær, at Grikkaland fer á skipaðan húsagang, sum sagt verður.










