Tvær skaldsøgur í væntu

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð var hesaferð einasti persónur, ið fekk 1 ára starvsløn, tá mentanargrunnur landsins herfyri lat starvslønir og íverksetanarstuðul.

Arnbjørn Ó. Dalsgarð hevur áður fingið starvsløn, men hesaferð skal starvslønin nýtast til nakað nýtt, tí Arnbjørn Ó. Dalsgarð er í ferð við at skriva tvær skaldsøgur.

Arnbjørn Dalsgarð vil ikki siga alt ov nógv um innihaldið í skaldsøgunum báðum, men hann ger greitt, at onnur skaldsøgan er ein krimisøga, meðan hin er ein nútíðar skaldsøga, sum fyrigongur í Føroyum.

 

– Eg haldi sjálvur, at hon er skrivað á einum nokk so gerandisligum máli, sum fólk vónandi kenna seg aftur í og tíma at lesa.

 

Arnbjørn Dalsgarð hevur skrivað rættiliga nógvar stuttsøgur, men yvirhøvur hevur tíðin verið ov avmarkað til at fara í holt við skaldsøgur. Men nú Arnbjørn Dalsgarð hevur fingið arbeiðsfrið í eitt ár, er tíðin búgvin til at lata út skaldsøgu.

 

– Eitt er tað, at tú fært frið at skriva. Men tað merkir eisini nógv, at tú ikki ert órógvaður økonomiskt. Tú fært frið til tað listarliga, sigur Arnbjørn Dalsgarð um, hvat tað merkir fyri listafólk at fáa starvsløn.

Meira er at lesa í tema um starvslønir frá mentanargrunni landsins í Vikuskiftissosialinum.