Tvær sjálvstýriskvinnur á ting

Hendan næsta vikan verður søgulig hjá Sjálvstýrisflokkinum

Tá ið Løgtingsfundurin verður settur fyrrapartin í morgin, verður tað ein søgulig løta hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Tá verður tað nevniliga fyrstu ferð, síðani flokkurin var stovnaður fyri eini heilari øld síðani, í 1906, at hann verður umboðaður av tveimum kvinnum á Løgtingi.

Teir báðir føstu tingmenninir hjá flokkinum, Kárarnir báðir við ávikavist eftirnavninum, Højgaard og á Rógvi, eru báðir burturstaddur. Kári P. Højgaard í Útnorðurráðið og hin í øðrum ørindum.

Teir báðir næstu á listanum, eru Kári Petersen og Sámal Petur í Grund, men teimum, berst eisini frá at møta.

Sostatt verða tað tær báðar kvinnurnar, Kristina Larsen úr Fuglafirði og Rúna Sivertsen úr Klaksvík, sum taka sæti á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin