Tvær serstakar gudstænastur í Hoyvík

Hesa vikuna verða tvær serligar gudstænastur í Hoyvíkar kirkju. Á fyrsta sinni verður hildin føstugudstænasta í kirkjuni mikukvøldið kl. 20. Tá fer nýggi presturin á Gjaranesi, Símun P. Jacobsen at prædika. Aftaná verður kirkjukaffi í kjallaranum.

Sunnudagin komandi verður somuleiðis talan um ein prest, sum fyrstu ferð skal prædika í Hoyvíkar kirkju, í embæti sínum sum dómpróstur.

Umframt hetta starvið, er Uni Næs somuleiðis sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, og skal hann sunnudagin kl. 11 prædika í Hoyvík.

Undir gudstænastuni er sunnudagsskúli sumvant, og eftir gudstænastuna verður eisini kirkjukaffi í kjallaranum, har høvið verður hjá kirkjufólkinum at hitta nýggja dómpróstin.