Tað gekk upp á stás við kappróðrinum á Skálafjarðarstevnuni. Tað kemur ikki ofta fyri ? rættari er at siga, at tað kemur sera sjáldan fyri ? at fyrsta startskotið er ásettu klokkutíðina. Men soleiðis var tað leygardagin. Sekundvísarin var ikki farin nógv av trítalinum, tá fyrsta skotið hoyrdist inni á 1000 metra málinum, og klokkan var akkurát farin av fimm, tá 10?mannaførini komu á mál.
? Eg tosaði við høvuðsdómarin beint eftir kappróðurin. Hann helt fyri, at tað hevði verið sum eitt spæl, so væl høvdu fyrireikararnir lagt alt til rættis. Á dráttinum varð skundað undir manningarnar um at vera skjótar inn á málið, alt tað tekniska var í lagi, og manningarnar vóru lættar at hava við at gera, sigur Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum.
Hann heldur, at fyrireikararnir eiga toppkarakter fyri fyrireikingarnar, og hann heldur, at klaksvíkingar vóru eins óførir:
? Tað regnaði leygardagin, men annars vóru líkindini av teimum bestu. Líkindini vóru ikki góð í Klaksvík, men tað eydnaðist teimum væl at fáa alt frá hondini. Næsti róðurin verður í Hósvík. Parturin hjá teimum plagar ikki at liggja eftir. Tí rokna vit við og vóna, at tað eisini komandi leygardag fer at ganga væl. Og tað hevði ikki verið so galið, um tað so at siga hevði komið kapping millum stevnuplássini um at vera bestir til fyrireikingarnar, heldur RSF formaðurin.
Í blaðnum leygardagin varð nevnt, at tað fleiri ferðir hevur verið róðrinum til ampa, at bátar, sum einki hava havt við kappróðurin at gera, hava ligið og stimað aftur og fram. Hesa ferð vóru eingir trupulleikar av hesum. Brimil, sum hevði luttikið í bjargingarroynd, lá dygst uttanfyri róðrarøkið, og tað hevði ivaleyst verjukenda ávirkan, og so kann tað væl hugsast, at tað hava verið fleiri, sum hava tikið áheitanina til eftirtektar at vísa róðarfólkunum størri virðing fyri tað stríð, sum tey leggja í kappróðurin.
Í onkrum róðrum hevði onkur bátur trupulleikar í startinum, og í onkrari aðrari kapping stýrdi onkur skeivt. Men tá vit vóru í sambandi við Róðrarsambandið mánadagin var eingin kæra komin um róðurin á Skálafjørðinum.
Møguleiki fyri flyting
Mánadagurin í hesi vikuni minti á, at sjálvt um tað er komið til longsta dag, so nýtist veðrið ikki at skikka sær so væl, sum tað skuldi roknast við hesa ársins tíðina. Mánakvøldið mundi kappróðrarvenjingin kring landið verða avlýst. Tað stóð um húsbrot, og tað var sannur uppgangur nógva staðni.
Hvat gera tit, um líkindini verða soleiðis leygardagin, sum tey hava verið fyrsta partin av vikuni?
? Tað hevði verið óforsvarligt at havt kappróður undir sovornum umstøðum. Vit hava møguleika at útseta róðurin til sunnudagin, men vónandi verður tað ikki aktuelt. Tá veðrið hevur verið so vánaligt fyrst í vikuni, mugu vit vóna, at tað fer at roynast betri leygardagin, sigur Hannis Joensen.
Bæði í Klaksvík og í Runavík vóru veðurlíkindini og harvið eisini róðrarlíkindini betri seinna stevnudagin, men tað kom ongantíð upp á tal at útseta kappróðurin.