Tvær og ein hálv mia. millum vinir

Petur Mohr Dam, Valevni til Umboðsráðið
-------

Ein kendur viðmerkjari spurdi í sambandi við søluna av Føroya Banka “Hvat er ein miljard millum vinir?”
Í hesum døgum, nú val er til Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna, er passandi at spyrja, hvat tvær og ein hálv mia. eru millum vinir. Hendan ørandi upphædd er tað, sum eginognin hjá TF-samtakinum er vaksin til í dag.

Kundarnir eiga TF-Holding
Kundarnir hjá Tryggingarfelagnum Føroyum eiga samstundis TF-samtakið og hesa eginogn, men tað er ein lítil afturlatin klubbi, sum tekur allar avgerðir viðvíkjandi hesum ognum.
Spurningurin er so, um hetta bert eru tvær og ein hálv mia. millum vinir ella, um eigararnir eisini hava gleði av hesum nógvu pengum.
Kundarnar eiga framyvir at fáa fyrimunin av, at teir eru eigarar av hesi stóru eginogn.
Er tað neyðugt, at tryggingargjøldini sjálvvirkandi hækka á hvørjum ári við prístalinum? Átti ein konkret meting ikki at gjørt av, um tað er neyðugt at hækka gjøldini á hvørjum ári?
Er tað rímiligt, at eginognin er so stór? Hvør hevur gleði og gagn av tí?
Ein ætlan eigur at gerast fyri, hvussu eginognin hjá Tryggingini kann koma eigarunum meiri beinleiðis tilgóðar. Ongin orsøk er at blíva við at savna fleiri og fleiri pengar saman í eina rúgvu.
Tað eru sjálvandi nógvir mátar at gera tað uppá, og tann avgerðin eigur at verða tikin eftir eitt gott og opið orðaskifti millum eigararnar.

Pensiónsgrunnur Tryggingartakaranna
Kundi ein møguleiki ikki verið at sett á stovn ein pensiónsgrunn sum kann útgjalda sítt avkast til tryggingartakararnar, tá teir fara á pensión?
Tryggingarfelagið hevði einkarrætt at veita tryggingar í Føroyum alla seinnu helvt av tjúgundu øld. Tað eru sostatt dagsins pensionistar, sum hava lagt lunnar undir felagið - tey vóru tryggingartakarar í monopoltíðini.
Varliga mett átti onki at verið í vegin fyri, at útgoldnar vórðu einar 100 mió. árliga. Fyrstu tíðina kundu allir pensionistar fingið útgjald úr grunninum, tí teir hava allir verið við til at byggja grunnin upp. Við tíðini kann útgjaldi so broytast, so tað onkursvegna samsvarar viðskifti, kundarnar hava havt við Tryggingina.
Eitt útgjald á 100 mió. útgoldi eftir sama leisti sum Samhaldsfasti, hevði svarað til eina hækking av Samhaldsfasta á 50%. Tað hevði gjørt mun, og pengarnir komu aftur á sama stað, sum teir upprunaliga komu frá.

Biðið um atkvøðuseðil
Tað eru tit sum kundar og eigarar, sum nú kunnu velja, hvønn tit vilja hava at umboða tykkum í Umboðsráðnum. Tit mugu tó sjálvi biðja um atkvøðuseðil við at venda tykkum til Tryggingina ella við at fara inn á mína heimasíðu pmdam.com. Seinasta freist at biðja um atkvøðuseðil er 17. februar, so tað er onki at bíða við.