samferðsla
Brynhild røkir annars siglingina til Mykinesar, men nú roknað verður við nógvum stevnugestum í Nólsoy, verður hon eisini tøk til siglingina um Nólsoyarfjørð.
Í tíðindaskrivi boðar Strandferðslan frá, at Ritan røkir siglingina einsamøll fríggjadagin, men at fleiri túrar eru settir inn aftrat verandi ferðaætlan. Og seinasti túrur verður kl. 3 náttina til leygardag.
Leygardagin siglir Ritan líka frá kl. 6.55 og til kl. 05 morgunin eftir. Aftrat hesum fer Brynhild at sigla eftir tørvi, frá kl. 18 leygarkvøldið og út á morgunin eftir.










