Tvær nýggjar sólskipanir

Granskarar hjá amerikonsku rúmdarumsitingini NASA hava funnið tvær ovurstórar sólskipanir, sum menn ikki hava vitað um fyrr.

Granskararnir siga, at ovurstór skýggj av dusti eru rundan um sólskipaninar, og at hetta eru gongustjørnur ella dust, sum verður til gongustjørnur eina ferð í tíðini. Tær nýggju stjørnurnar eru eftir øllum at døma millum 30 og 70 ferðir størri enn okkara sól, og tí halda teir, at dustskýggini rundan um stjørnurnar eru umleið tíggju ferðir størri í vavi enn okkara sólskipan.

Einki verður sagt umn, hvussu langt burturi tær báðar sólskipaninar eru, men tey, sum hava áhuga fyri slíkum, kunnu fáa meiri at vita í tíðarritinum Astrophysical Journal Letters í morgin, skrivar AP.